Virknis- og umlættingar-depil á Sandi

Virknis- og umlættingar-depil á Sandi
Bygginevndin mælir til, at stovnurin, sum er ætlaður børnum og ungum við serligum avbjóðingum, verður bygdur á Sandi
Mælt verður til, at nýggi stovnurin til børn og ung verður bygdur á Sandi
 
02.12.2013 - 09:33

Virknis- og umlættingardepilin í Sandoynni verður bygdur heima á Sandi. Tað hevur landsstýriskvinnan í almannamálum nú avgjørt.

Nýggi stovnurin á Sandi er ætlaður børnum og ungum við serligum avbjóðingum úr øllum landinum. Men fýra pláss verða sett av til sandoyingar. Depilin skal ikki kosta meira enn 12,4 mió. kr. Eftir ætlan skal hann vera liðugur í 2016. Í deplinum verða átta kømur og felagshøli til 15 fólk.

Ætlanin um at byggja ein virknis- og umlættingardepil í Sandoynni hevur verið leingi á veg. Men higartil hevur ikki verið greitt, í hvørjari bygd byggjast skal. Tað er nú avgjørt, fekk Fíggjarnevndin at vita hósdagin. Bygginevndin mælir til at byggja á Sandi. Og tað hevur Annika Olsen, landsstýriskvinna, tikið til eftirtektar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129