Heini í Skorini helt bestu røðuna í Danmark

Heini í Skorini helt bestu røðuna í Danmark
Heini í Skorini segði í røðuni, at nýggja hóttanin móti fólkaræði er ikki sensurur, men larmur
Heini í Skorini er lektari í altjóða politikki á Fróðskaparsetrinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.10.2025 - 15:35

Heini í Skorini hevur vunnið heiðurin Årets Danske Tale.

Hann hevur fingið virðislønina fyri røðuna, sum hann helt á endaliga galladøgurðanum hjá Summarskúlanum hjá Rahbek í juli í ár.

Tað skrivar Danske Taler í tíðindaskrivi.

Í røðu síni vísir Heini í Skorini millum annað á eina nýggja hóttan móti fólkaræðinum, sum ikki kemst av sensuri, men av larmi.

Í røðuni viðger Heini í Skorini talufrælsið nú og trýstið, sum tøknirisarnir í Silicon Valley leggja á fólkaræðið.

Millum annað verður víst á, at vit ofta gloyma yvirsædda og meira introverta tvíburan hjá talufrælsinum - sum er kunningarfrælsið. Rætturin at taka ímóti og leita sær vitan og sannleika.", skrivar Heini í Skorini í røðu síni.

 

Drukna í uppsløgum og klikkum

"Vit drukna í uppsløgum, klikkum, filmsbrotum sum fara víða, og hálvum sannleikum, meðan týðandi og álítiandi upplýsingar hvørva. Øll rópa, men eingin verður klókari."

Dómsnevndin sigur millum annað, at:

"Røðan skarar framúr við sínum sermerkta teksthandverki og sínum evnum at miðla ein greiðan hátt fløkt hugskot við einum óvanliga høgum upplýsingarstigi fyri tekstaslag."

Heini í Skorini er lektari í altjóða politikki á Fróðskaparsetrinum.

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, fekk í fjør heiðurslønina Årets Danske Tale fyri sína røðu á fólkatingi undir endaorðaskiftinum í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201