Trump í Suðurkorea

Trump í Suðurkorea
Suðurkoreanski forsetin vónar, at USA fer at lækka tollin á suðurkoreanskum vørum
Donald Trump, forseti, fekk Mugunghwa-viðurkenningina, sum er hægsti heiður í Suðurkorea, og uppkallað eftir tjóðarblómuni í landinum. Høgrumegin suðurkoreanski forsetin, Lee Jae Myung.
Mynd: Evelyn Hockstein/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
29.10.2025 - 08:46

Amerikanski forsetin, Donald Trump, er komin til í Suðurkorea á ferðini í Asia.

Undir vitjanini fer hann at fáa gullkrúnu sum gávu frá Suðurkorea, sigur forsetaskrivstovan í landinum, sambært Reuters.

Trump fær Mugunghwa-viðurkenningina, sum er hægsti heiður í Suðurkorea, og uppkallað eftir tjóðarblómuni í landinum.

Tá forsetaflogfarið setti seg í Suðurkorea, var  Trump heilsaður av einum bólki, sum spældi "YMCA" - eitt lag hjá Village People, sum Trump ofta hevur brúkt alment.

Forsetaskrivstovan í Suðurkorea sigur, at tey fara at viðurkenna leiklutin hjá Trump sum "friðarskapari" á koreisku hálvoynni.

Lee Jae Myung, forseti, vónar, sambært Reuters, at tollurin, sum Trump hevur lagt á landið, verður lækkaður.

 

(Mynd: Andrew Caballero-Reynolds/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Norðurkorea royndarskeyt rakett

Í gjár- dagin fyri at Trump kom á vitjan -  royndarskeyt Norðurkorea eina rakett, sum lendi á vestara parti av koreisku hálvoynni, skrivar Ritzau.

Sambært norðurkoreisku tíðindastovuni KCNA, eru krússara-rakettirnar "partur av kjarnorkuførleikanum í landinum".

Trump hevur áður sagt, at hann einki hevði ímóti at hitta norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un, á ferðini í Asia.

Men forsetin sigur í dag, at hann fer ikki at hitta Kim Jong-un hesa ferð, orsakað av vantandi samskipan og tíðarætlan.

Hann segði eisini, at hann fer at royna at bjarga støðuni millum Norðurkorea og Suðurkorea, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558