Løn undir útbúgving: Fáa 50 prosent av byrjunarlønini

Løn undir útbúgving: Fáa 50 prosent av byrjunarlønini
Arbeiðsgevarar og fakfeløg hava skrivað undir avtalu í dag
Umboð fyri KAF, Fíggjarmálaráðið og tey trý fakfeløgini, tá ið avtalan varð undirskrivað í dag.
Mynd: Kommunala arbeiðsgevarafelagið  
 
30.10.2025 - 15:40

Avtala er nú gjørd um løn undir útbúgving fyri heilsuhjálparar, heilsurøktarar og námsfrøðiligar hjálparar.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Fíggjarmálaráðið og tey trý fakfeløgini - Heilsuhjálparafelag Føroya, Heilsurøktarafelagið og Føroya Pedagogfelag hava skrivað undir avtalu, sum ásetir, at starvsfólk við útbúgvingarsáttmála verða lønt við 50 prosentum av byrjanarlønini fyri ávikavist útlærdar heilsuhjálparar, heilsurøktarar ella 
námsfrøðiligar hjálparar.

Eisini eru ásetingar um gjøld fyri ólagaliga arbeiðstíð, eftirløn, frítíð og barsil partur av avtaluni.

Lógin  um heilsuhjálpara-, heilsurøktara- og námsfrøðiliga hjálpara útbúgving varð broytt í vár, soleiðis at tey, sum gera ein útbúgvingarsáttmála við ein arbeiðsgevara um at fara undir eina av nevndu útbúgvingum, kunnu fáa løn undir útbúgving.

Lógin ásetur ikki, hvørja løn 
starvsfólk við útbúgvingarsáttmála skulu hava, men partarnar á arbeiðsmarknaðinum skulu samráðast um lønina.

Samráðingarnar hava verið drúgvar, men í dag hevur eydnast pørtunum at gera semju um avtalu, sum kemur í gildi 1. november.

Sí avtaluna her

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595