Kreml: Óneyðugt at hava toppfund nú

Kreml: Óneyðugt at hava toppfund nú
Talsmaðurin hjá Putin, forseta, sigur, at arbeiðast skal nógv við smálutum, hvussu ein friðaravtala fyri Ukraina kann setast saman
Ætlanin var, at Trump og Putin skuldu hittast í Ungarn, men tað var av ongum, og nú eigur Kreml, at í løtuni er óneyðugt hjá teimum báðum forsetunum at hittast.
 
03.11.2025 - 08:22

Tørvur á fundi millum russiska forsetan, Vladimir Putin, og amerikanska starvsbróðurin, Donald Trump.

Tað sigur Dimitrij Peskov, sum er talsmaður í Kreml, sambært danska TV2.

Peskov sigur, at ein fundur hypotetiskt er møguligur, men júst tað hugskotið varð í gjár sópað av borðinum.

- Tað skal arbeiðast nógv við smálutunum í spurninginum um, hvussu ein friðaravtala skal setast saman, sigur Dmitrij Peskov við The Kyiv Independent.

Í oktober var annars ætlanin, at forsetarnir báðir skuldu hittast í ungarska høvuðsstaðnum, Budapest, við tí endamáli at gera friðaravtalu um Ukraina.

Men 21. oktober gjørdi Donald Trump greitt, at hann ikki tímdi at brúka tíð at hava fund við Putin, skrivar TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375