SÍ setti seg á triðja plássið

SÍ setti seg á triðja plássið
Á heimavølli syrgdu sørvingar fyri, at tað vórðu teir, sum settu seg á 3. plássi í bestu mansdeildini í flogbólti við sigri á Fleyr.
04.11.2025 - 10:30

Høllin í Sørvági (Polestar-deildin)

SÍ - Fleyr, 3-0 (25-20, 25-21, 25-22)

Sørvingar settu seg á 3. plássið í Polestar-deildini við 3-0 heimasigri á Fleyr. Hjørtur Joensen var kortini ikki serliga væl søgdur við spælið, sum framvegis ikki situr, sum tað skal. Jhonlen Cruz Barreto Peña er komin til úr Venezuela, og Rajko Petrovic er aftur á síðulinjuni.

Rói Hentze úr Fleyr var eisini ónøgdur við avrikið hjá havnarliðnum, sum sambært honum var alt ov friðaligt á vøllinum. Fleyr bíðar eftir einum amerikanskum spælara, men hann verður ikki klárur at spæla fyrrenn um ein lítlan mánaða.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053