Kina strikar toll á amerikonskum vørum

Kina strikar toll á amerikonskum vørum
Avgerðin er úrslit av toppfundinum millum amerikanska og kinverska forsetan í síðstu viku
Trump og Jinping hittust í síðstu viku, og nú hevur Kina gjørt av at strika toll á amerikonskum vørum.
Mynd: Evelyn Hockstein/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
05.11.2025 - 09:10

Kina strikar, fyribils í eitt ár, hækkaða tollin á amerikanskar vørur, sum var 24 prosent.

Tí boðar kinverska tollnevndin frá, eftir fundin millum kinverska forsetan, Xi Jinping og amerikanska forseta, Donald Trump, sum var í seinastu viku.

Tað skrivar Reuters. 

Framvegis verður tollurin 10 prosent. Tollnevndin sigur samstundis, at Kina um eina viku fer at strika toll, sum er upp í 15 prosent, á amerikonskum landbúnaðarvørum.

Kina hevur fleiri ferður hækkað tollin, eftir at Donald Trump gjørdist forseti.

Umframt eina avtalu um at lækka tollin, samdust USA og Kina á fundinum í seinastu viku eisini um, at gera eina avtalu um at steðga handlinum við fentanyl.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493