Niðurlæsingin í USA rakar nú eisini flogferðsluna

Niðurlæsingin í USA rakar nú eisini flogferðsluna
Eftirlitsfólk í floghavnunum hava ikki fingið løn í ein mánað. Meginparturin av amerikonsku fyrisitingini eru stongdur
Eftirlitsfólk í amerikonskum floghavnum eru ovbyrjað, og nú rakar niðurlæsingin eisini flogferðsluna.
Mynd: Shannon Stapleton/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
06.11.2025 - 09:44

Endar niðurlæsingin av teimum almennu skipanunum í USA ikki nú, fer flogferðslan at minka við í minsta lagi tíggju prosentum.

Amerikanski ferðslumálaráðharrin, Sean Duffy, sigur sambært bretska kringvarpinum, at frá í morgin verður talan um at minka ferðingina munandi í 40 stórum floghavnum um alt landið.

Avgerðin er tikin, tí eftirlitsfólk á flogvøllum hava boðað frá, at tey eru ovbyrjað, hevur leiðarin í Flogumsitingini boðað Duffy frá í gjár.

- Hetta er óvanligt, eins og niðurlæsingin er óvanlig, og tað er eisini óvanligt, at eftirlitsfólk okkara ikki hava fingið løn í ein mánað, segði flogumsitingarleiðarin, Bryan Bedford, sambært BBC.

 

Nógv eru sjúk

Meðan niðurlæsingin hevur verið, hava eftirlitsfólk á amerikonskum flogvøllum noyðst at arbeiða uttan at fáa løn. Og tað hevur millum annað havt við sær nógvar sjúkraskrivingar, skrivar BBC:

Niðurlæsingin er tann drúgvasta nakrantíð í amerikanskari søgu, hon hevur vart í 36 dagar.

Um ársskiftið 2018/19 var almenna USA læst niður í 35 dagar.

Tá vóru tað tó bert partar av umsitingini, sum vórðu stongdir. Nú er meginparturin av amerikonsku, almennu fyrisitingini stongdur.

Demokratarnir og republikanararnir hava ikki kunnað samst um nýggja fíggjarlóg. Og avleiðingin er, at játtanir til statin ganga út. Og tí virkar stórur partur av samveldisskipanunum ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194