Privat kunnu eiga í tunnilsfelagnum

Privat kunnu eiga í tunnilsfelagnum
Privatfólk kunnu eiga upp í 49 prosent av tunnilsfelagnum
Lagt er upp til, at peningurin, sum á langtíðaríløguætlanini er settur av til Sandoyartunnil, verður skotin inn í nýggja felagið
 
04.12.2013 - 09:02

 

Møguleiki verður hjá privatum at eiga upp í 49 prosent av tunnilsfelagnum, sum eftir ætlan skal setast á stovn at byggja bæði Skálafjarðar- og Sandoyartunnilin. 

Tað visti Dagur & Vika at siga í gjár. 

Enn er ikki avgjørt, hvussu privati parturin av felagnum skal skipast. Men talan er um, at privatu partabrøvini møguliga verða eitt slag av B-partabrøvum, sum fáa færri rættindi enn A-partabrøvini.

 

Íløga við rentulofti

Talan er eisini um, at privata íløgan skal hava eitt rentuloft, soleiðis at privatu íleggjararnir ikki vinna meira enn 6 prosent fyri sínar íløgur. 

 

Lagt verður upp til, at peningurin, sum á langtíðaríløguætlanini er settur av til Sandoyartunnil, verður skotin inn í nýggja felagið. Talan er um slakar 400 milliónir krónur, ið eru settar av frá 2015 og fram til 2024.

Ætlanin er, at kanningarnar til Skálafjarðartunnilin skulu vera lidnar um eitt ella tvey ár, og so skal tunnilin byggjast upp á trý ár. Tað vil siga, at Skálafjarðartunnilin kann vera liðugur umleið 2018. Aftaná tað, verður so farið undir Sandoyartunnilin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162