Fólkafundur um náttúru og tunnilsleið

Fólkafundur um náttúru og tunnilsleið
Á fundinum í Finsen í annaðkvøld vera bæði serfrøðingar og politikarar
Heima á Sandi. Fólkafundurin fer at snúgva seg um atlitini at náttúruni í sambandi við Suðuroyartunnilin.
 
10.11.2025 - 12:44

Føroya Náttúru- og umhvørvisfelag, Føroya Fuglafrøðifelag, Hagafelagið, Føroya Sílaveiðufelag og Veltan skipa fyri fólkafundi í Auluni í Finsen í Havn í annaðkvøld um atlitini at náttúruni í sambandi við Suðuroyartunnilin. 

Endamálið við fólkafundinum er at lýsa, hvørja ávirkan tunnilsleiðin til Suðuroyartunnilin hevur á náttúruna. Á skránni eru framløgur um báðar umrøddu linjuføringarnar, framløga um kost-nyttugreiningar og ein filmur um náttúruna á Sandi.

Á fundinum verða bæði serfrøðingar og politikarar. Fundurin byrjar klokkan 19 í annaðkvøld. 

 

Skráin fyri fundin er henda:

- Filmur um náttúruna í Sandoynni – hví er hon so serstøk?

- Framløga um valdu farleiðina úr Djúpadali til Sandvíkar: Hvørji atlit eru tikin at náttúruni?

- Jón Sigurdsson: Framløga um alternativu farleiðina til Suðuroyartunnilin: Hvørji inntriv ger farleiðin í náttúruna?

- Brandur Sjúrðarson: Framløga um kost-nyttugreining. Hvussu kapitaliserar tú náttúru, og hvussu nógv er ein lundi verdur?

- Hvat sigur serfrøðin? 

Kolbrún í Haraldsstovu, plantuvistfrøðingur
Harry Jensen, umboð fyri Ramsar-nevnd í Skúgvoy
Sigga Jacobsen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni
Jóhann Mortensen, náttúrustríðsfólk og miðlafólk
Kristian Stórhamar, tunnilsserfrøðingur umboðandi tunnilsbólkin
Brandur Sjúrðarson, búskaparfrøðingur umboðandi Landsverk

- Hvat meina politikararnir?  

Jacob Vestergaard (A)
Helgi Abrahamsen (B)
Eyðgunn Samuelsen (C)
Annika Olsen (E)
Karlot Hergeirson (F)

Orðstýrari: Óluva Zachariasen

Tiltakið verður stroymt

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595