- Vit eru spent at fara til Trier

Um KVFTíðindi
- Vit eru spent at fara til Trier
Sigrid Christensen vann hondbóltsferð við landsliðnum til Trier 
Sigrid Christensen gjørdist hepni vinnarin av eykavinninginum í Gekkinum
Mynd: Kristina Sundstein Borgarlíð  
 
10-11-2025

Tað loysir seg at spæla Gekk 

Sigrid Christensen gjørdist hepni vinnarin av eykavinninginum í Gekkinum: Ein ferð til Trier saman við føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti. 

Nú nærkast av álvara, til kvinnulandsliðið skal vísa seg millum tær stóru hondbóltstjóðirnar í HM-kappingini í Trier. Vinnarin fær møguleika at uppliva alt tað, sum ein sannur hondbóltsfjeppari droymir um: Ein spennandi ferð við hópinum og møguleikan at fylgja landsliðnum beinleiðis á staðnum, íroknað: 

  • Dystaratgongd 
  • Ferðing 
  • Gistingarhús við morgunmati 
  • 10.000 kr í lummapeningi 

Tað var ein glað og bilsin Sigrid, sum kom inn á gólvið í Kringvarpinum eftir at hava fingið boðini um vinningin. “Hetta kom púra óvart,” sigur hon brosandi, “men eg eri ótrúliga glað og spent.” 

Sigrid er íðin hondbóltsfjeppari og hevur fleiri ferðir verið millum áskoðararnar, tá føroyska kvinnulandsliðið hevur spælt. “Vit vóru til dystin móti Montenegro herfyri og tosaðu akkurát um, hvussu stuttligt tað hevði verið at farið til Trier,” greiðir hon frá. 


Burturluta aftur eina hondbóltsferð í novembur

Í gekkasendingini fríggjakvøldið var ein nýggjur eykavinningur kunngjørdur. 

Allir seðlar, sum spæla við í novembur, eru við í dráttinum um eina hondbóltsferð fyri tvey við manslandsliðnum til Oslo í januar 2026, við 10.000 kr. í lummapeningi.

Drigið verður 5. desembur. 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 8mf
211095
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf kvinnur
211090
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 14-16
211086
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir
211084
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf menn
211085

Um kvf css