Ragnar í Filipsoyggjunum: Av ringasta veðri

Ragnar í Filipsoyggjunum: Av ringasta veðri
Føroyingar eru vanir við eitt sindur av hvørjum, tá tað kemur til veður, men tað hevur verið buldrasligt seinastu tíðina, sigur Ragnar Niclasen, sum býr í Filipsoyggjunum
Tað hevur verið av ringasta veðrið á Filipsoyggjunum um vikuskiftið
Mynd: Charism Sayat/AFP/Ritzau/Scanpix  
 
10.11.2025 - 18:49

Tíðarskeiðið hetta til jóla plagar at vera buldrasligt í Filipsoyggjunum, og tað kemur eisini javnan fyri, at vit hoyra, at tyfonir, flóðaldur og annað mangt gera um seg.

At tað hendir beint nú er einki at siga til, tí hetta er tað tíðarskeiðið, tá tyfonirnar, sum á føroyskum verður kallað ein tropisk ódn, gera um seg. Og henda seinasta vikan hevur verið hørð við tey í Filipsoyggjunum.

Tað váttar Ragnar Niclasen, sum býr í Baguio á oynni Luzon, sum er tann norðasta oyggin í landinum og sum er oyggin, har høvuðsstaðurin, Manila, liggur.

Ragnar Niclasen, sum er ættaður úr Klaksvík, hevur, saman við kanadisku konu síðni Elisabeth, ella Liz, sum hon eisini verður kallað, búð í Filipsoyggjunum síðan 1979, har hann arbeiðir sum trúboðari.

- Tað hevur verið kolandi stormur, við rættiliga nógvum vindi. Tað sum eg las á netinum áðrenn hon rakti land var, at hon máldi upp til tætt við 200 kilometrar um tíman. So tað er nógvur vindur og nógv regn, rættiliga nógv regn, sigur Ragnar Niclasen, sum leggur afturat, at tað hevur regnað so nógv, at tað næstan er farið ígjøgnum heilt.

Fung-Wong-ódnin er sum sagt onnur ódnin uppá eina viku, tí fyri slakari viku síðan rakti ódnin Kalmaegi landið, og hon kravdi 200 mannalív.

Heilt hvussu illa statt tað er nú, er ov tíðliga at siga enn. Men greitt er, eisini út frá myndum úr landinum, at har er nógv at rudda upp.

Trýst á pílin niðanfyri og hoyr alt innslagið, sum var í sendingin klokkan 18.

1775538

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711