Fongsul í fýra mánaðir fyri at smugla hassj

Fongsul í fýra mánaðir fyri at smugla hassj
Maðurin, sum er dani, og er um 50 ára aldur, hevði krógvað hassjið í bilinum hjá sær
Maðurin fekk straksdóm í rættinum, og varð síðani latin leysur. (Savnsmynd)
 
12.11.2025 - 14:06

Ein maður varð í gjár dømdur fýra mánaða fongsul fyri at smugla tvey kilo av hassji til Føroya.

Maðurin, sum er dani, og er um 50 ára aldur, hevði krógvað hassjið í bilinum hjá sær. 

Tollvaldið fann hassjið, sigur Kári Jacobsen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni.

Maðurin fekk straksdóm, og varð síðani latin leysur. 

Hann verður seinni innkallaður at sita dómin í Danmark.

 

Varðhaldsfongslaður í 14 dagar

Ein maður var varðhaldsfonglaður í 14 dagar í gjár.

Hann er skuldsettur fyri harðskap. 

Politiið vildi hava mannin í varðhaldi, meðan mál hansara verður kannað. Tí var grundlógaravhoyring í Føroya rætti í gjár.

Harðskapsmálið var í Havn. Tað var fráboðað týsnáttina.

Maðurin, sum var fyri harðskapinum, fór á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Tann varðhaldsfongslaði er ikki nakar unglingur. Hann er millum 60 og 70 ár, sigur politiið.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786