Aðalráðið vigar framvegis strandferðslustjóran

Aðalráðið vigar framvegis strandferðslustjóran
Gongd er í málinum, og samskifti er millum partarnar, er tað einasta, sum fæst vita í løtuni
Niels Juel Arge, strandferðslustjóri.
 
12.11.2025 - 16:00

Stjórin á Strandferðsluni verður framvegis vigaður av Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum.

Ráðið viðger tvey mál móti Niels Juel Arge. 

Aðalstjórin hevur ongar viðmerkingar, meðan málini verða viðgjørd.

- Málið gongur sína gongd. Samskifti er millum partarnar.

Tað er tað einasta, sum fæst burtur úr pørtunum, tá vit spyrja um tey bæði málini, sum eitt aðalráð hevur sett í gongd móti einum almennum stjóra undir ráðnum.

 

 

Hekkuportrið á Galaxy

Fyrra málið snýr seg um, hvussu Strandferðslan handfór málið, tá stovnurin fekk fráboðan um, at avloysaraskipið Galaxy hevði siglt við opnum hekkuportri á opnum havi, 1.september.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur biðið advokatin, Gunn Ellefsen, gera eina kanning, sum skal vera liðug í desember.

Endamálið við kanningini er at fáa lýst fyrisitingarligu viðgerðina hjá Strandferðsluni av fráboðanini um, at hekkuportrið á Galaxy var opið undir sigling, at meta um, hvørt fyrisitingarliga viðgerðin hjá Strandferðsluni av málinum var nøktandi, og/ella hvørt mett verður, at tørvur er á at styrkja mannagongdir, samskifti ella annað í fyrisitingarligu viðgerðini hjá Strandferðsluni av slíkum málum í framtíðini.

Tann kanningin skal sum nevnt vera liðug í desember.

 

 

Tolling á Smyrli

Hitt málið snýr seg um vøru umborð á Smyrli, sum ikki varð tollað á rættan hátt, tá Smyril kom aftur til landið 13. oktober. 

Aðalráðið heldur ikki, at strandferðslustjórin hevur útint starv sítt á nøktandi hátt.

Tí fór ráðið fríggjadagin 24. oktober undir tilgongd, sum kann fáa starvsrættarligar avleiðingar fyri Niels Juel Arge.

Týsdagin 28. oktober var fundur millum aðalstjóran í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum og stjóran á Strandferðsluni. Báðir partar høvdu advokat við sær á fund, ávíkavist Gunn Ellefsen og Christian Andreasen.

Elin Mortensen, aðalstjóri, hevur í dag ongar viðmerkingar. Ikki annað enn at málini ganga sína gongd. 

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á Niels Juel Arge. Men strandferðslustjórin er tó framvegis til arbeiðis, verður okkum upplýst.

Einasta viðmerking frá advokati hansara, Christian Andreasen, er, at samskifti er millum partarnar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Miké Thomsen
203131
Fríggjadag 23. januar
EM tíðindi 23. januar 2026
203127
Fríggjadag 23. januar
Reform UK
203122
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979