Netálopið á Klaksvíkar kommunu: Støðan var sera álvarsom

Netálopið á Klaksvíkar kommunu: Støðan var sera álvarsom
- Vit vóru øll skelkað av støðuni, og tað var heldur ongin, sum kundi siga okkum 100 prosent, hvat var rættast at gera, sigur Karl Johansen, borgarstjóri
Fyri góðum ári síðani var Klaksvíkar kommuna fyri álvarsligum netálopi.
 
13.11.2025 - 10:22

Støðan var sera álvarsom, tá Klaksvíkar kommuna fyri góðum ári síðani, 22. septembur í fjør, var fyri stórum netálopi.

Við sakkønari hjálp og góðum forstáilsi frá starvsfólki og borgarum, kom kommunan tó gjøgnum álopið, sum í ávísan mun framvegis merkir umsitingina.

Tað skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu síni í sambandi við, at Karl Johansen, borgarstjóri, og Annilisa Arge Klevang, sum var partur av tilbúgvingarbólkinum hjá Klaksvíkar kommunu í fjør, hava verið við til eina stóra KT-ráðstevnu í Keypmannahavn.

 

Karl Johansen, borgarstjóri, og Annlisa Arge Klevang. (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

 

Á ráðstevnuni hildu tey bæði ein fyrilestur, har Karl Johansen frá, hvussu tað var at verða raktur av einum álopi í fjør, og Annilisa Arge Klevang greiddi frá, hvussu hakkararnir sluppu inn, og hvat fyritøkur og stovnar kunnu gera fyri at minka um vandan fyri einum ransomware-álopi, sum tað eitur.

- Vit vóru øll skelkað av støðuni, og tað var heldur ongin, sum kundi siga okkum 100 prosent, hvat var rættast at gera. Men okkara opinleiki og viðurkenning av, at vit ikki megnaðu alt sjálv, gjørdi, at vit fingu fatur á bestu hjálpini, sigur Karl Johansen, borgarstjóri. Hann sigur eisini, at hann er errin av handfaringini av netálopinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938