Skaðilig evni staðfest í Eirargarði 2

Skaðilig evni staðfest í Eirargarði 2
Støðulýsing er nú gjørd av Eirargarði 2 í Havn, og onkur skaðilig evni eru staðfest í bygninginum. Tað kemur kortini ikki óvart á leiðsluna í Bústøðum.
 
16.11.2025 - 14:35

Eirargarður 2 í Havn hýsir í dag Heilsumálaráðnum og Almanna- og mentamálaráðnum. Men bygningurin skal eftir ætlan umbyggjast til lestrarbústaðir. Bústaðir, sum formliga enn eitur Húsalánsgrunnurin, hevur biðið um tríggjar frágreiðingar, sum lýsa støðuna á bygninginum. Tær frágreiðingarnar eru nú komnar.

Bústaðir biðið um tríggjar frágreiðingar
Jógvan Ósá er stjóri í Bústøðum, greiðir frá, at Bústaðir hava biðið um tríggjar frágreiðingar, sum lýsa støðuna á bygninginum, nú hann skal umbyggjast til at hýsa lestrarbústøðum.

Skaðilig evni eru staðfest í bygninginum, men tað er ikki óvanligt fyri bygningar í tí aldrinum. PCB, tungmetal og asbest er funnið ymsastaðni. Og nógv av tí hevði helst verið tikið burtur kortini í samband umbyggingina. Verður tað neyðugt at taka meiri burtur, so verður tað gjørt, sigur stjórin í Bústøðum.

Hinar báðar frágreiðingarnar snúgva seg um konstruktiónina á bygninginum og um brandtrygdina.

Hoyr samrøðuna við Jógvan Ósá, stjóra í Bústøðum, her.

Eirargardur2_JogvanOsa

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609