Vár skal rógva í Singapor

Vár skal rógva í Singapor
Vár Guriardóttir Hansen venur í løtuni til stóra kapping í rógving á maskinu, sum verður í Singapor síðst í mánaðinum, og fyrireikingarnar eru í hæddini í løtuni
17.11.2025 - 17:00

Vár Guriardóttir Hansen venur av øllum alvi til stóra kapping í rógving á maskinu, sum verður í Singapor síðst í mánaðinum.

Átta kvinnur hava fingið pláss í kappingini, og føroyski rógvarin rakk besta úrslitinum í innleiðandi rógvingini, sum var frá 1. september til 15. oktober, frammanfyri rógvarar úr USA, Kanada og Stórabretlandi. 

 - Eg var ræðuliga yvirraska. Tað var klokkan eitt um náttina, og eg haldi, eg græt í eini tveir tímar. Eg var so glað, tá eg sá úrslitið, sigur Vár Guriardóttir Hansen.

Tvær tær bestu frá sonevndu World Rowing Versa Challenge  í fjør, tvær av landsliðnum hjá vertslandinum og fýra tær bestu frá netbornu innleiðandi kappingini vera undir liðini á føroyska rógvaranum.

 - (Lykilin, blaðm.) er at eg havi flutt fokus og notið hvørja venjing. Hugnað mær og gjørt tað, sum eg tími, og so er framgongdin komin av tí, sigur Vár Guriardóttir Hansen, sum hevur royndir úr føroyska kappróðrarbátinum, stykriítrótt og í maskinrógving.

Tað kann koma henni til góðar, tí talan er um kapping við fleiri ymsum avbjóðingum og ikki bert ein tein, sum skal rógvast skjótast gjørligt. Kappingin verður 29. og 30. november.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532