Alt skal fram

Alt skal fram
Alt sum læknar tjena, tá teir í frítíðini arbeiða fyri heilivágsfyritøkur, skal í framtíðini almannakunngerast
Neyðugt er at hava gjøgnumskygni, tí alsamt fleiri seta spurnartekin við habilitetin hjá læknum og øðrum
 
05.12.2013 - 16:08


Danska stjórnin fer at leggja fram uppskot fyri fólkatingið, um at alt sum læknar tjena, tá teir í frítíðini arbeiða fyri heilivágsfyritøkur, skal í framtíðini almannakunngerast.

Uppskotið verður lagt fram, tí í fleiri ár, hevur óvissa valdað um nógva samskiftið sum er ímillum læknar og heilivágsfyritøkur, og spurnartekin er sett við, hvussu eftirfarandi læknareru .

Tí skal tað í framíðini vera alment, hvussu nógv læknar, tannlæknar, apotekarar og onnur í heilsuverkinum tjenar, tá tey arbeiða fyri heilivágsfyritøkur.


Vilja hava gjøgnumskygni
- Tað er neyðugt at hava gjøgnumskygni, tí alsamt fleiri seta spurnartekin við habilitetin hjá læknum og øðrum, sigur danski heilsumálaráðharrin, Astrid Krag við DR.


Sum nú er, ber til at síggja, hvørjir læknar hava samstarv við heilivágsfyritøkur, men í framtíðini skal eisini bera til at síggja, hvussu stóra inntøku teir hava av samstarvinum.

Læknarnir taka undir við uppskotinum, tí tað er neyðugt við gjøgnumskygni, fyri at sleppa undan ivanum sum nú valdar, sigur formaðurin í Læknafelagnum, Mads Koch Hansen.

 

Ivasom undirtøka

Heilivágsfyritøkurnar taka eisini undir við uppskotinum so allur ivi kann beinast av vegnum. Men læknar sum nevna seg læknar uttan stuðul, taka ikki undir við uppskotinum.

Tað ber ikki til, at læknar sum arbeiða fyri heilivágsfyritøkur, undirvísa øðrum læknum, hvussu heilivágur skal gevast, sigur ein av læknunum, Thorsten Schumann.

Samstundis sum krøvini til læknarnar verða herd, skulu sjúklingafeløg eisini almannakunngera, hvørjum tey fáa stuðul frá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Hósdag 29. januar
RagnarRokk: Joel Ekelöf um Reliance
201525
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377