Ull, ostur, ferðafólk, skúli og café

Ull, ostur, ferðafólk, skúli og café
Á Varmakeldugarðinum í Gøtudali kanst tú uppliva eitt sindur av hvørjum
 
26.11.2025 - 12:47

Sjálvt um tey bæði hava neyt, seyð og hønir og framleiða tað, sum hesi geva av sær, so hava tey nógv annað at bjóða eisini á Varmakeldugarðinum.

Tey fáa ofta vitjan, bæði av útlendskum og føroyskum ferðafólkum, og hetta royna tey at laga seg til við at hava ymiskt til sølu, so fólk kunnu fáa eitt minni heimvið.

- Eg eri kedd av at siga tað, men til fyri kortum brendu vit ullina. Tá vit so hoyrdu um Spinnaríið við ánna, helt eg tó, at hetta var ein upplagdur møguleiki hjá okkum at fáa spunnið okkara egnu ull, sigur Bára Joensen, bóndakona, sum eisini framleiðir ost, sum tey bæði kunnu borðreiða við og selja út av húsinum.

Umframt ferðafólkini, so vitja eisini skúlaflokkar, ið vilja hoyra meira um føroyskan landbúnað, og tá liggur ræði fyri hjá Báru at greiða frá, tí hon er útbúgvin fólkaskúlalærari.

Mat hava tey nógvan, og meirvirka til tey ymsu tiltøkini sum eru í caféini, sum er bygd í nýggja fjósinum.

Hoyr samrøðu við Báru her

1778553


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650