HM-stroyming: Mótstøðuliðini hjá Føroyum hittast

bannari
HM-stroyming: Mótstøðuliðini hjá Føroyum hittast
Tað er í kvøld klokkan 19.30, at føroysku hondbóltskvinnurnar seta hol á HM-endaspælið, men longu klokkan 17 verður fyrsti dysturin í bólkinum, tá Spania og Paraguay spæla
Mynd: Shutterstock.com  
 
26.11.2025 - 16:00

Tað er í kvøld klokkan 19.30, at føroysku hondbóltskvinnurnar seta hol á HM-endaspælið í Týsklandi og Hollandi, men longu klokkan 17 verður fyrsti dysturin í bólkinum

Føroyar spæla í kvøld klokkan 19.30 móti Montenegro í einum søguligum dysti fyri føroyskan kvinnuhondbólt. Fyri fyrstu ferð nakrantíð eru vit við í einum HM-endaspælið. Kringvarpið vísur dystirn í sjónvarpinum.

 

Kringvarpið stroymir 

Føroyar eru í bólki D saman við Montenegro, Spania og Paraguay. Tey bæði síðstnevndu londini, Spania og Paraguay, seta hol á HM-endaspælið í bólki D. Dysturin teirra millum verður klokkan 17. Kringvarpið fer at stroyma dystin.

Hetta eru londini, sum Føroyar skal spæla móti ávikavist fríggjadagin og sunnudagin. Spania er kend hondbóltstjóð, men tað hevur gingið betri hjá monnunum enn hjá kvinnunum. Fyri Paraguay er hetta fyrstu ferð, at liðið hevur vunnið seg til HM-endaspælið tríggjar ferðir upp í slag.

Liðini hava eina ferð fyrr spælt móti hvørjum øðrum. Tað var í 2017, og tá vann Spania 32-15.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961