Andstøðingar vónbrotnir: Løgtingið vildi ikki broyta gildiskomuna

Andstøðingar vónbrotnir: Løgtingið vildi ikki broyta gildiskomuna
Broytingaruppskotið um at broyta gildiskomuna av fosturtøkulógini fall, og fosturtøkulógin bleiv samtykt. Tey, ið skutu hetta upp, vóru vónbrotin
04.12.2025 - 18:50

Eftir 2. viðgerð av fosturtøkulógini týskvøldið kom eitt broytingaruppskot frá Helga Abrahamsen, Steffan Klein Poulsen, Hannu Jensen, Jaspur Langaard og Bárði á Lakjuni.

Broytingin var, at lógin skuldi koma í gildi 1. januar í 2027 og ikki 1. juli 2026.

Løgtingsval skal í seinasti lagið vera í desember 2026, so tí kundi ein nýggj samgonga tikið málið um fosturtøkulógin aftur, áðrenn lógin kom í gildi.

Tað var endamálið, siga uppskotsstillararnir.

Men broytingaruppskotið fall, og fosturtøkulógin bleiv samtykt.

 

Sí meira:

Fosturtøkumálið: Vilja útseta gildiskomuna til 1. januar í 2027

Hanna Jensen: Gott fyri Framsókn, at eg ikki bara tigi

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040