Hanna Jensen: Gott fyri Framsókn, at eg ikki bara tigi

Hanna Jensen: Gott fyri Framsókn, at eg ikki bara tigi
Tingkvinnan hjá Framsókn er partur av broytingaruppskoti um at útseta gildiskomuna av lógini um fosturtøku til 1. januar 2027
Hanna Jensen, løgtingskvinna í Framsókn, er ímóti lógini um fosturtøku.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.12.2025 - 12:59

- Hetta uppskotið um fosturtøkulóg, sum í dag er til triðju viðgerð, er als ikki nóg gott, og vit mugu gera tað betri. Og eg haldi, tað er gott fyri Framsókn, at eg ikki bara tigi.

Tað sigur Hanna Jensen í Framsókn, sum er ein av uppskotsstillarunum til broytingaruppskotið frá andstøðuni, um at útseta gildiskomuna av fosturtøkulógini, sum stendur til at koma í gildi 1. juli næsta ár, til 1. januar 2027.

Eftir at fosturtøkulógin fyrrakvøldið varð samtykt við teprum meiriluta, eru umboð í andstøðuni til reiðar við broytingaruppskoti til triðju viðgerð, sum er í dag.

Uppskotsstillarar eru Steffan Klein Poulsen fyri Miðflokkin, Helgi Abrahamsen og Jaspur Langgaard fyri Sambandsflokkin, Bárður á Lakjuni fyri Fólkaflokkin og Hanna Jensen úr Framsókn:

 

04122025_Hanna_Jensen

 


Ruth Vang, forkvinna í Framsókn,  er tøk til samrøðu seinni í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040