Ógift eiga fleiri børn

Ógift eiga fleiri børn
Fleiri børn í Føroyum vera fødd uttan fyri hjúnalag enn í hjúnalagi
Fleiri ógift enn gift eiga børn.
 
08.12.2025 - 07:11

Fleiri børn í Føroyum vera fødd uttan fyri hjúnalag enn í hjúnalagi.

Í fjør vóru 316 børn fødd uttan fyri hjúnalag. Tað eru 53,8 prosent av nýføðingunum í fjør.

Fólk, sum vóru gift, áttu 266 børn.

Í prosentum eru børnini uttan fyri hjúnalag nakað færri nú enn tey hava verið.

Í 2019 var talið til dømis 60,2 prosent.

Tað hevur verið í hálvtrýssunum seinastu tíggju árini.

Lægst var tað í 2023, tá tað var 52,8 prosent.

Í 2021 var talið uppi á 58,5 prosentum, siga tøl í heilsulýsing landslæknans.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891