Granskari: USA fírir ikki fyri at taka Grønland

Granskari: USA fírir ikki fyri at taka Grønland
Ulrik Pram Gad, granskari, sigur, at verður amerikanska trygdin hótt, leggur USA einki í suverenitet hjá øðrum
Pete Hegseth er amerikanskur verjumálaráðharri
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
12.12.2025 - 08:52

USA fer ikki at fíra fyri at taka Grønland.

Soleiðis tulkar Ulrik Pram Gad, granskari hjá danska stovninum fyri altjóða gransking, orðini hjá Pete Hegseth, amerikanska verju- og krígsmálaráðharranum.

Sermitsiaq hevur samrøðu við Ulrik Pram Gad.

Ráðharrin segði, at grannarnir hjá USA skula gera sítt fyri at verja felags áhugamál.

Annars er USA til reiðar at gera okkurt av sínum eintingum.

Hetta tulkar Ulrik Pram Gad soleiðis, at um grannarnir gera okkurt, sum hóttir trygdina hjá USA, so leggur USA einki í suverenitet hjá øðrum.

Pete Hegseth sipar til Monroe-ástøðið, sum er, at USA fer ikki at góðtaka, at onnur lond vilja hava ræðið á pørtum av amerikanska meginlandinum.

Tað ástøðið er galdandi enn, segði hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952