Kringvarpið søkir eftir journalisti

Um KVFTíðindi
Kringvarpið søkir eftir journalisti
Starvið, talan er um, er eitt avloysarastarv fram til endan á 2026, brøkurin er 0,7
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16-12-2025

Aktuelt hevur brúk fyri einum dugnaligum fólki afturat. Vit leita eftir fólki við útbúgving í journalistikk ella aðrari viðkomandi útbúgving. Eisini fólk við drúgvum royndum í yrkinum kunnu søkja. Vit hugsa okkum, at tú trívist í einum rímiliga skjótum og dynamiskum umhvørvi, har vit viðhvørt seta dagsskránna, og aðrar dagar spenna okkum út at dekka tað, sum er týðandi fyri føroyingar.  

Starvið, talan er um, er eitt avloysarastarv fram til endan á 2026. Tað er parttíðarstarv við møguleika at økja tímatalið ymisk tíðarskeið. Brøkurin er settur til 0,7.  

Kringvarp Føroya virkar á trimum pallum: útvarp, sjónvarp og á kvf.fo, og tú skalt vænta at arbeiða á í minsta lagi tveimum. Tí skalt tú eisini duga føroyskt væl í skrift og talu.  

Starvið verður sett skjótast til ber.  

 
Vit bjóða  

* ein livandi og meiningsfullan arbeiðsdag 
* eitt pláss í einum tøttum redaktionellum samstarvi  
* eitt starv, har tú fært innlit í forvitnisligar partar av føroyska samfelagnum  

 
Tú skalt  

* vilja gera mun 
* finna tínar egnu søgur, eins væl og lofta, tá redaktørurin gevur tær søgur at gera 
* hava høgt trúvirði og vera álítandi 
* tola tíðartrýst og virða tíðarfreistir 
* tosa eitt mál, sum øll skilja 
* arbeiða í skiftandi vaktum og vera til reiðar at sleppa øllum, tá ið brátíðindi skulu út  


Setanar- og lønarviðurskifti  

Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum og arbeiðsuppgávunum. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið. Arbeiðstíðin er 28 tímar um vikuna í miðal í skiftandi vaktum.    

Evstamark at søkja er 2. januar 2026.   

Umsóknir til starvið skulu sendast til umsokn@kvf.fo. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Katrina Petersen, tíðindaleiðara, telefon 296649, ella við at senda teldupost til katrinp@kvf.fo.  

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. mars
Gudstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. mars
Gudstænasta í Kaldbaks kirkju
206398
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335

Um kvf css