Novo Nordisk er meldað til løgregluna

Novo Nordisk er meldað til løgregluna
Novo Nordis drálaði við at almannakunngera, at amerikonsku myndugleikarnir ikki góðkendu nýggjan heilivág hjá Novo Nordisk. Fíggjareftirlitið meldar
Amerikonsku myndugleikarnir vildu ikki góðkenna tvey sløg av insulini
Mynd: Novo Nordisk  
 
10.12.2013 - 10:58

Málið snýr seg um tvey sløg av insulini, Tresiba og Ryzodeg, sum FDA ikki vildi góðkenna. Hetta boðaði FDA Novo Nordisk frá í einum brævi fríggjakvøldið 8. februar í ár.

Men Novo Nordisk kom ikki við nakrari almennari fráboðan fyrr enn sunnudag, altso tveir dagar eftir, tí fyritøkan fyrst vildi kannað, hvørjar avleiðingar vantandi góðkenningin fór at hava við sær.

Fíggjareftirlitið heldur, at Novo átti at havt almannakunngjørt avgerðina hjá FDA alt fyri eitt, - longu sama fríggjakvøld, sum Novo fekk svarið frá FDA.

Leiðslan á Novo Nordisk sigur sambært Ritzau, at tey taka avgerðina hjá Fíggjareftirlitinum til eftirtektar og vilja samstarva við myndugleikarnar um kanningarnar, sum nú skulu gerast av málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751