Í minsta lagi ein tunnilsfundur aftrat

Í minsta lagi ein tunnilsfundur aftrat
Allir flokkar vóru fyrrapartin á fundi í Fíggjarmálaráðnum um tunnilsætlanina
Tunnilsætlanin fevnir í fyrstu syftu um at gera Skálafjarðartunnilin og síðani Sandoyartunnilin
 
10.12.2013 - 13:26

Tað má minsta lagi verða ein fundur aftrat, fyri at finna semju í tunnilsmálinum.

Allir flokkar vóru fyrrapartin á fundi í Fíggjarmálaráðnum um tunnilsætlanina.

- Fundurin var góður, og nakrir spurningar vórðu reistir, sum vit skulu greiða til næsta fund. Heldur verandi gongd fram, so ivist eg ikki í, at allir flokkar fara at taka undir við tunnilsætlanini, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen.

Hann hevur sett sær fyri at fáa breiða semju um tunnilsætlanina, sum í fyrsta umfari fevnir um at gera Skálafjarðartunnilin og síðani Sandoyartunnilin. 

Fundur verður aftur um tunnilsverkætlanina seinast í vikuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037