Tvey veiðigjøld hækka

Tvey veiðigjøld hækka
Fíggjarmálaráðið hevur ásett veiðigjald fyri uppsjóvarfisk til 1. august næsta ár
Veiðigjald fyri sild hækkar.
 
26.12.2025 - 12:50

Fíggjarmálaráðið hevur ásett veiðigjald fyri uppsjóvarfisk til 1. august næsta ár.

Veiðigjaldið er 4,50 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av makreli, 1,51 kr. fyri sild og 43 oyru fyri svartkjaft.

Veiðigjaldið fyri makrel og svartkjaft er tað sama sum nú.

Men tað er 71 oyru hægri fyri sild.

Veiðigjaldið fyri botnfisk í Barentshavinum er 3,44 kr. fyri kilo, fiskað í rundari vekt.

Tað er fyri alt árið.

Veiðigjaldið í ár er 2,19 kr. Tað var 1,63 kr. í fjør.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572