Nýggj farsóttarlóg: Frá tilmælum til tvingsil

Nýggj farsóttarlóg: Frá tilmælum til tvingsil
Farsóttarlógin, sum liggur til hoyringar, byggir ikki uppá góðu føroysku royndirnar at stýra við tilmælum. Tað vísir Bárður á Steig Nielsen, løgmaður undir korona, á
29.12.2025 - 19:25

Føroyar yvirtóku farsóttarøkið tann 1. januar í 2024 og nú liggur ein nýggj føroysk farsóttarlóga til hoyringar. Lógin er gjørd við støði í tilbúgvingarætlanum í okkara grannalondum og við tilmæli frá Altjóða Heilsustovninum, WHO. 

Heilsumálaráðið, sum hevur gjørt lógaruppskotið, vísir á, at uppskotið í ávísan mun ger seg inn á Evropeisk mannarættindi, men tað verður mett neyðugt fyri at verja fólkaheilsuna og samfelagstrygdina. 

Bárður á Steig Nielsen, sum var løgmaður undir koronufarsóttini, heldur lítið um lógaruppskotið, sum liggur til hoyringar til 26. januar 2026. Hann heldur at vit hava tikið ov nógv útlendskt í lóggávuna  og heldur áttið at tikið støðið í okkara egnu og góðu royndum at stýra umvegis tilmælir. 

 

 


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985