Landasorg í Sveis í fimm dagar

Landasorg í Sveis í fimm dagar
Umleið 40 fólk doyðu og 115 vóru særd, tá eldur kom í eitt skeinkistað í sveisisku alpunum
Skipað var fyri minningarløtu í gjárkvøldið.
Mynd: Maxime Schmid/AFP/Ritzau Scanpix  
 
02.01.2026 - 07:59

Sveisiski forsetin, Guy Parmelin, hevur lýst fimm daga landasorg, eftir at umleið 40 fólk doyðu og 115 vóru særd, tá eldur kom í eitt skeinkistað í skístaðnum Crans-Montana í sveisisku alpunum.

Parmelin sigur vanlukkuna vera eina av teimum ringastum í søgu landsins.

- Tað var ein sorgarleikur, sum vit ikki vita um áður,  segði forsetin sambært bretska miðlinum The Guardian.

Eldur kom í barrina Le Constellation klokkan hálvgum tvey nýggjársnátt. Men enn er ikki staðfest, hví eldur kom í.

Sjónarváttar siga sambært The Guardian, at eldurin kyknaði av stjørnukastarum í sjampanjufløskum.

Fleiri hundrað fólk vóru til minningarløtu á staðnum í gjárkvøldið. Tey løgdu blómur og tendraðu ljós. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115