Mjølnir fer undan Fleyr í kappingini um finalupláss

Mjølnir fer undan Fleyr í kappingini um finalupláss
Við 3-2 sigri á Fleyr um vikuskiftið økti Mjølnir um munin millum liðini, og nú er lítil ivi um, at klaksvíksliðið skal spæla FM-finalur ímóti SÍ í ár
Kvinnurnar hjá Mjølni eru í stórformi í løtuni. Tær hava vunnið átta dystir á rað í landskappingini.
Mynd: Mjølnir  
 
05.01.2026 - 09:43

Lítil ivi er nú um, at Mjølnir skal spæla FM-finalur ímóti SÍ í ár.

Klaksvíksliðið vann 3-2 á Fleyr sunnudagin, og nú er munurin millum Mjølnir á 2. plássi og Fleyr á 3. plássi seks stig.

Fleyr hevur fimm dystir eftir at spæla, meðan Mjølnir hevur seks dystir, og ilt er at ímynda sær, at klaksvíkingar, sum hava vunnið átta dystir á rað, missa eina somikið stóra leiðslu.

SÍ, sum vann 3-0 á Drátti í grannauppgerðini í Vágum, er framvegis fremst í Hotel Djurhuus-deildini. Sørvingar hava 28 stig - seks meir enn Mjølnir - men hava spælt tveir dystir meir. 

Næsta vikuskiftið bresta oddaliðini saman í Sørvági.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094