Amerikanskir senatorar til Danmarkar

Amerikanskir senatorar til Danmarkar
Fundur verður uttanríkispolitisku nevndina í fólkatinginum seinnapartin í vikuni
Amerikanskir senatorar vilja nú sleppa at hitta fólkatingspolitikarar um viðurskiftini millum USA, Danmark og Grønland.
 
12.01.2026 - 10:20

Fleiri amerikanskir senatorar fara til Danmarkar í hesi vikuni at hitta umboð fyri uttanríkispolitisku nevndina í fólkatinginum, skrivar Ritzau.

Senatorarnir hava sjálvir sett seg í samband við nevndarformannin, Christian Friis Bach.

Einki verður sagt um, nær amerikansku senatorarnir koma til Danmarkar, men sambært TV2 verður tað fríggjadagin.

Vitjan verður samstundis sum amerikanski forsetin, Donald Trump, tekur uppaftur krav sítt um at fáa Grønland.

 

Eisini fund við Grønlandsnevndina

Grønlendsku fólkatingskvinnurnar,  Aki-Matilda Høegh-Dam og Aaja Chemnitz, hava báðar sæti í uttanríkispolitisku nevndini, og tær vera við á fundinum við amerikansku senatorarnar.

Aaja Chemnitz skrivar á Facebook, at senatorarnir fara eisini at hava fund við Grønlandsnevndina í fólkatinginum.

Í hesi vikuni fara Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, og Vivian Mitzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, at hitta amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio. Fundurin verður í Washington býi, skrivar TV2. 

 

Vilja ikki vera partur av USA

Fríggjadagin søgdu allir fimm politisku flokkarnir í Grønlandi í felags yvirlýsing, at grønlendingar vilja ikki vera partur av USA.

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, segði í einum floksleiðaraorðaskifti í gjár, at "Danmark er á einum vegamóti, og hetta er ein lagnustund."

- Vendir tú Nato-samstarvinum bakið við at hótta ein sameindan, heldur alt uppat, segði Mette Frederiksen. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210