Sannførdur um at fiskivinnusamstarvið við Ísland heldur fram

Sannførdur um at fiskivinnusamstarvið við Ísland heldur fram
Formaðurin í Reiðarafelagnum letur væl at fiskiveiðisáttmálanum, hóast hann fyribils bara er galdandi til 1. august
Hanus Hansen er formaður í Reiðarafelagnum.
 
15.01.2026 - 09:19

Formaðurin í Reiðarafelagnum er sannførdur um, at fiskivinnusamstarvið millum Føroyar og Ísland heldur fram.

- Eg veit ikki, hvussu roknistykkið fer at síggja út, men ein avtala verður gjørd, sigur Hanus Hansen, nú nýggja fiskivinnuavtalan bara er galdandi til 1. august.

Í fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Ísland, sum var undirskrivað týsdagin, binda londini seg til at fara undir samráðingar um avtalu fyri 2027 beinanvegin. 

Í hesum liggur, at tá 2027-avtalan er gjørd, verður avtalan fyri í ár longd, frá 1. august og árið út.

Hóast óvissur er, er Hanus Hansen tryggur við støðuna. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

Reidarar_og_islandssattmali

 

Sí eisini: Nótaskip: Avtalan skapar óvissu um sildafiskiskapin í heyst

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532