POSTA gevst við fraktvirkseminum

POSTA gevst við fraktvirkseminum
Blue Water Shipping yvirtekur virkisøkið, og flestu starvsfólkini frá Posta og Posta Logistics fáa møguleikan at halda fram í starvi hjá Blue Water
POSTA gevst við fraktvirkseminum millum Føroyar og útheimin, og í staðin fer at miðsavna seg um kjarnuvirksemið í Føroyum.
 
15.01.2026 - 14:17

- Fyrrenn eg havi kunnað øll starvsfólkini um broytingarnar, havi eg ikki fleiri viðmerkingar.

Tað sigur Edvard Remberg, stjóri í POSTA, sum í dag boðar frá, at POSTA nú fer at gevast við fraktvirkseminum millum Føroyar og útheimin, og í staðin fer at miðsavna seg um kjarnuvirksemið í Føroyum.

- Okkara fremsta uppgáva er at tryggja, at tað er lætt at senda og móttaka pakkar, vøru og post í Føroyum. Okkara styrki er her, og sum føroyskt felag vilja vit byggja víðari á hetta grundarlagið,” sigur Edvard Remberg, stjóri í Posta, í skrivi sent miðlunum í dag.

 

Edvard Remberg. 

 

Lønsemið svíkir

Fraktvirksemið millum Føroyar og útheimin hevur roynst væl gjøgnum árini. Men lønsemið svíkir, og  ”Tí hava vit eftirmett virksemið og framtíðarútlitini. Úrslitið er eitt skifti í kósini, og vit gevast við sjó- og flogfraktini. Tað gevur okkum ein meira einfaldan og stabilan rakstur,” sigur stjórin í tíðindaskrivinum.

Viðskiftafólkini fáa tó framvegis somu tænastuna sum áður, tí Pf. Blue Water Shipping yvirtekur økið, verður sagt. 

Dentur verður lagdur á, at bæði virksemið og tænastan halda óbroytt fram, og Posta koyrir framvegis vøruna til dyrnar. Tey flestu starvsfólkini frá Posta og dótturfelagnum í Danmark, Posta Logistics, fáa møguleikan at halda fram í starvi hjá Blue Water.

 

Vil ikki gera samrøðu

Vit vildu fegin havt eina samrøðu við Edvard Remberg í dag, og vildu millum annað spyrja hann, hvussu nógv starvsfólk verða send heim. Vit vildu eisini spyrja hann, um Posta Logistics, sum er selt Blue Water Shipping, gav yvirskot. Og um ja - hví tað so varð selt.

Edvard Remberg vil, sum sagt, ikki gera samrøðu í dag:

- Nógv av okkara fólki eru úti og koyra, og tí hevur ikki borið til at kunna tey nágreiniliga um, hvat fer at henda, sigur hann.

Á fundi fyrrapartin í morgin verður kunnað um málið, sigur Edvard Remberg, stjóri í POSTA.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815