Kursvirðið á Føroya Banka farið upp tríggjar milliardir

Kursvirðið á Føroya Banka farið upp tríggjar milliardir
Tá keypsskálin læt aftur í gjár var kursurin 307, men tá hann læt upp í morgun, var kursurin komin upp í næsta 319
Kursvirðið á Føroya Banka er hækkað nógv í seinastuni.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.01.2026 - 13:27

Kursurin á partabrævinum hjá Føroya Banka heldur fram at hækka, og í gjár fór hann fyri fyrstu ferð upp um 300.

Um middagsleitið í gjár gjørdi kursurin eitt rend uppá 308, men hann fór niður aftur á 302, áðrenn hann móti endanum av handilsdegnum kreyp uppaftur á 307, har hann endaði, tá handilsdagurin í gjár endaði.

 

Virðið næstan tvífaldað

Hetta hevði við sær, at Føroya Banki nú hevur eitt kursviðið uppá tríggjar milliardir krónur, og tað er næstan tvífalt so nógv, sum bankin var verdur um ársskiftið 2024-2025.

Tá var kursurin 162 og virðið eina milliard og 555 milliónir krónur, í gjár var kursurin 307 og virðið tvær milliardir og 947 milliónir krónur.

Landsstýrið eigur 35 prosent av bankanum, og tað merkir, at parturin hjá landinum er farin upp um eina milliard krónur. Fyri einum góðum ári síðan var parturin hjá landinum verdur eina góða hálva milliard, so uppá gott og væl eitt hálvt ár er parturin hjá landinum øktur eina hálva milliard í virði.

 

Parturin hjá Gulaki Madsen verdur 740 mió.

Gulak Madsen eigur 25 prosent av partabrøvunum, og hansara partur er nú 740 milliónir krónur verdur. Tað er 350 milliónir krónur meira enn nýggjársaftan 2024, tað vil siga fyri einum góðum ári síðan.

Nú keypskálin er latin uppaftur í dag, heldur kursurin í Føroya Banka fram at hækka. Fyrrapartin er partabrævið handlað fyri næstan kurs 319, og tað vil siga, at kursvirðið á Føroya Banka er farið upp um tríggjar milliardir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
RagnarRokk 19.mars
204937
Hósdag 19. mars
RagnarRokk: Robin McAuley um Paralyzed
204938
Hósdag 19. mars
Nýtt ljóð 19. mars 2026
205893
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Tinggáttin
205900
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869