Iran fer at svara USA aftur við hermegi

Iran fer at svara USA aftur við hermegi
Brigadugeneralur sigur, at Iran er til reiðar at søkja at amerikonskum flogberum og herstøðum í økinum
Leypa amerikanarar á Iran, svarar Iran skjótt aftur við hermegi, sigur amerikanski herurin.
 
30.01.2026 - 09:24

Leypa amerikanarar á Iran, svarar Iran skjótt aftur við hermegi.

Iran er til reiðar at søkja at amerikonskum flogberum og herstøðum í økinum, sigur iranski brigadugeneralurin, Mohammad Akraminia, við almennu iransku sjónvarpsrásina sambært tíðindastovuni AFP.

Fráboðanin kemur eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, mikudagin hótti Iran við álopi, um landið ikki kemur aftur til samráðingarborðið í sambandi við at gera eina kjarnorkuavtalu.

Donald Trump hevur fyrr hótt Iran við álopi, tí iranska prestastýrið hevur dripið mótmælisfólk í sambandi við mongu mótmælini, sum hava verið í landinum síðani síðst í desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329