- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarstjóri: Tíbetur sluppu vit við skrekkinum

- Tíbetur sluppu vit við skelkinum hesa ferð.
Tað sigur borgarstjórin í Sunda Kommunu, Eyðstein Zachariasen, nú eitt ferðsluóhapp aftur var á landsvegnum við Streymin í gjárkvøldið.
Ein bilur koyrdi út á landsvegin frá innkoyringini til Norðskála, og ein annar bilur kom omaneftir móti brúnni.
Samanstoytur var, og báðir bilførarar fóru á Landssjúkrahúsið til kanningar. Báðir bilarnir fingu so stóran skaða, at teir kundu ikki koyra av staðnum.
Eyðstein Zachariasen sigur seg stúra fyri, at hetta verður ikki seinasta ferðsluóhapp við Streymin, verður einki gjørt at fyri vegastrekkið.
- Søgan hevur víst, at ferðsluvanlukkur henda ferð eftir ferð á landsvegnum við Streymin, og tað er bert ein spurningur, nær eitt álvarsligt óhapp aftur hendir, sigur borgarstjórin.
- Eg rokni tíverri ikki við, at hetta verður tað seinasta, um einki verður gjørt, sigur hann.
Eyðstein Zachariasen.
Pengarnir røkka ikki
- Landsverk hevur fingið 300 túsund krónur í játtan til at gera hetta vegastrekkið, men pengarnir røkka als ikki til. Talan er um reinan súmbolpolitikk, tí vilja landsins myndugleikar veruliga bøta um støðuna, skulu tey játta fleiri pengar. Annars verður hetta vegastrekkið verandi vandamikið, sigur Eyðstein Zachariasen.
Hann heldur tað vera óunniligt at bíða eftir, at ferðsluvanlukkur, sum krevja lív, ella fólk koma álvarsliga til skaða, henda aftur.
- Av skrivstovu mínari kann eg sita og eygleiða ferðsluna, og eg kann staðfesta, at dagliga síggi og hoyri eg bilar, sum bremsa harðliga og floyta, tí aðrir bilar koyra út fyri teir, og vandamiklar støður taka seg upp, sigur Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu.
Dan Sofus Hofgaard.
Arbeiða við málinum
Á Landsverki siga tey, at arbeitt verður støðugt við at tryggja strekkið.
- Vit fara at brúka nakað av pengum til strekkið í ár, men tað er als ikki nóg mikið at fáa veruligt skil á ferðsluna har, tí hetta vegastrekkið er als ikki nóg trygt. Tað sigur Dan Sofus Hofgaard, deildarleiðari á infrakervinum á Landsverki.
- Nú fara vit at seta ferðgáar upp í hvørjum enda, so bilførarar síggja, hvør hámarksferðin er og kunnu halda seg til hana.
Hetta er ikki ein endalig loysn, men tað besta, vit kunnu gera við tí játtan, vit hava hava, sigur Dan Sofus Hofgaard, deildarleiðari á Landsverki.
Meiri verður at frætta um málið í Degi og viku í kvøld.


























