Jana og tær annan armin í fjórðingsfinalunum

Jana og tær annan armin í fjórðingsfinalunum
Í gjár varð hon kosin Ítróttanavnið 2025, og í dag hava Jana Mittún og liðfelagarnir nærum spælt seg í fjórðingsfinalurnar í European League við útisigri á Corona Brasov
Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
08.02.2026 - 15:31

Í gjár varð Jana Mittún kosin Ítróttanavnið 2025 á Ítróttafagnaðinum hjá ÍSF í Varpinum í Klaksvík.

Hondbóltsspælarin hevur havt eitt flott ár í Viborg, har hon nú telist millum týðandi spælararnar, og ikki minst á landsliðnum, sum spældi seg í miðumfarið til HM-endaspælið í vetur.

Hoyvíkingurin var ikki til staðar í Varpinum í gjárkvøldið, og mátti takka fyri heiðurin umvegis telefonina (sí niðanfyri), tí í dag skuldi hon spæla týðandi European League-dyst ímóti Corona Brosov í Rumenia. 

 

260208_JANA_MITTUN_NAVNID

 

Tað gekk upp á stás, tí við 34-28 sigri á útivølli hevur Viborg spælt seg í sera góða støðu í bólki D, og nú tveir dystir eru eftir, bendir alt á, at Jana Mittún skal royna seg í fjórðingsfinalunum í næststerkastu evropeisku kappingini hjá EHF.

Viborg er nevniliga á 2. plássið við seks stigum - eitt aftanfyri Bourgogne Dijon, men trý stig frammanfyri Corona Brasov. Í næstseinasta dystinum kemur botnliðið Zaglebie Lubin á vitjan í Viborg, har eitt ella tvey stig eru nóg mikið til at tryggjað fjórðingsfinaluplássið.

Jana Mittún skeyt trý mál upp á fimm skotroyndir og legði upp til fýra.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120