- Tíðindi, mentan og ítróttur
Býta fiskidagar um við rættindi aðrastaðni

Fiskidagar eiga at kunna býtast um við onnur fiskirættindi.

Tað sigur andstøðan í uppskoti um at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap, frá 1.oktober í ár til 31.desember næsta ár.

Allir tríggir flokkarnir í andstøðuni leggja fram uppskotið, sum Javnaðarflokkurin boðaði frá í álitinum hjá Vinnunevndini um fiskidagarnar. Javnaðarflokkurin vil eins og samgongan hava óbroytt fiskidagatal.

Fiskirættindi aðrastaðni

Men flokkurin mælir samstundis til, saman við Tjóðveldi og Framsókn, at eitt nú línuskip kunnu sleppa at fiska í Barentshavinum og Flemish Cap, lata tey fiskidagar á undir Føroyum frá sær.

Uppskotið kemur til 1. viðgerð á tingfundinum, sum byrjar klokkan 11.

Løgtingið fer eisini á fundinum í dag endaliga at samtykkja uppskotið frá landsstýrinum um at hava óbroyttar fiskidagar í fiskiárinum, sum byrjar 1. september.