Landsstýriskvinnan vil hava Ph.D-verkætlan um endometriosu

Landsstýriskvinnan vil hava Ph.D-verkætlan um endometriosu
Margit Stórá hevur svarað fyrispurningi frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu
Kommunulæknarnir viðgera kvinnur, tá illgruni er um endometriosu. (Savnsmynd)
 
16.02.2026 - 08:37

Ein Ph.D-verkætlan um endometriosu, sum er undirlívssjúka hjá kvinnum, eigur at verða gjørd.

Ein slík verkætlan, sum tekur trý ár, kostar 2,1 mió. kr. umframt ávísar útreiðslur til at útinna verkætlanina. 

Kommunulæknarnir viðgera kvinnur, tá illgruni er um endometriosu.  

Er talan um pínustøðu, har viðgerðin hjá kommunulækna ikki hevur nøktandi ávirkan, vísir kommunulæknin til viðgerð hjá serlækna í kvinnusjúkum í Sjúkrahúsverkinum.

Áhaldandi verður arbeitt við at samskipa og betra tænastuna í primera geiranum.

Í løtuni er tó eingin ætlan um at samskipa geiran ítøkiliga til at veita hjálp til teirra, sum hava endometriosu.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svari til Honnu Jensen, løgtingskvinnu.

Hanna Jensen heldur, at meira eigur at vera gjørt fyri kvinnur í Føroyum, sum hava endometriosu.

Tað verður gjørt í Danmark, sigur hon.

Les alt svarið her.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011