Pál fekk silvur

Pál fekk silvur
Pál er næstbestur í Evropa í 1500 m frísvimjing
 
14.12.2013 - 15:50

Tað eydnaðist fyri løtu síðan Páli Joensen at svimja seg til eitt silvurheiðursmerki á Evropameistarastevnuni á stuttgeil í Herning. 

Pál legði varliga út, men á 500 metrum setti hann ferð á og legði seg á odda.

Vábingurin fekk harða kapping frá einum ukraina, sum eisini megnaði at taka fremsta plássið frá Páli.

Pál lat tó ongantíð heiðursmerkjaplássið fara sær úr hondum, og setti alt í teir síðstu 200 metrarnar og kom á mál sum nummar 2 við tíðini 14.35.99, sum eisini er nýtt persónligt met hjá vábinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221

Meira um sama evni