Ódnarveðrið: 326 skaðar fráboðaðir

Ódnarveðrið: 326 skaðar fráboðaðir
Flestu skaðarnir vóru í Norðoyggjum, Eysturoynni og í Suðurstreymi
 
16.12.2013 - 07:54

Politiið fekk fráboðanir um 326 skaðar í ódnarveðrinum um vikuskiftið. Í ódnini í gjár og í gjárkvøldið frætti politiið um 273 skaðar frá middegi til á midnátt.

Leygardagin var eisini illveður, og tá fekk politiið 53 fráboðanir um skaðar.  Flestu skaðarnir vóru í Norðoyggjum, Eysturoynni og í Suðurstreymi.

Longu klokkan trý korter til fýra seinnapartin í gjár heitti løgreglan á fólk um ikki at fara út og ikki koyra millum bygdir. Ikki fyrr enn á midnátt batnaði veðrið aftur.

Streymurin fór

Klokkan trý korter til seks í gjárkvøldið fór streymurin í stórum parti av landinum. Serliga í Havn vardi streymloysið í nógvar tímar. Tey seinastu fingu ikki streymin aftur fyrr enn í nátt.

Tekjan á Vinnuháskúlanum við Krákugjógv reiv og feyk á høvuðslinjuna hjá SEV til Havnar.  Klokkan sjey mistu tey eisini streymin í Sandoynni og í Vágum.

Um sjey-tíðina kom fráboðan um, at russiski trolarin, Ross, sum hevur ligið í Kollafirði í nøkur ár, hevði slitið og var rikin á land á Signabø. Í morgun verður avgjørt, hvussu berast skal at fyri at fáa trolaran avaftur. Brimil skal bjarga trolaranum.

Tekjan reiv

Eldrasambýlið á Tvøroyri, sum er í gerð, fekk skaða, og stutt fyri klokkan níggju skrivaði Norðlýsið, at partur av tekjuni á nýggja røktarheiminum í Klaksvík var farin. Tað gjørdist kortini ikki neyðugt at flyta fólk úr bygninginum.

Nógvir bilar fingu skaða, tá bingjur fuku á teir. Eftir midnátt hevur politiið fingið nakrar fráboðanir afturat um skaðar. Millum annað um bilar, sum vindurin hevur flutt.

Einasti fólkaskaði, sum politiið veit um, hendi í Saltangará, tá takplátur av bygninginum hjá Beta raktu ein bil og knústu ein rút. Eitt fólk í bilinum fekk glas í andlitið og eyguni.

Klokkan hálvgum níggju í gjárkvøldið var vindferðin 54 m/sek. á Oyggjarvegnum við Norðradalsskarð og 51 m/sek. á Heltnini á Oyndarfjarðarvegnum. Nógva staðni var vindferðin oman fyri 40 m/sek.

Men onkur hvirlan fór upp um 70 m/sek. Sambært donsku veðurstovuni verður nógvur vindur í Føroyum alla hesa vikuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982