Tekur ikki av tilboðnum frá Damanaki

Tekur ikki av tilboðnum frá Damanaki
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur svarað ES-fiskivinnukommisserinum upp á tilboðið
 
16.12.2013 - 09:31

Føroyar taka ikki av tilboðnum frá Mariu Damanaki, ES-fiskivinnukommisseri, sum hon læt Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, tá hon var á vitjan í Føroyum í farnu viku.

Tað váttar Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari, fyri Kringvarpinum.

Jacob Vestergaard svaraði seint í gjárkvøldið.

Herluf Sigvaldsson vil ikki gera viðmerkingar til svarið, men vísir til landsstýrismannin.

Tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá Jacobi Vestergaard, sum er á veg til Danmarkar.

Meiri verður at frætta seinni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602