Átta mans við Jákupi B hava longu valt

Átta mans við Jákupi B hava longu valt
Sjófólk og fólk uttanlands kunnu atkvøða upp til fýra mánaðir fyri valdagin
Jákup B er farin til fiskiskap undir Íslandi, men átta av manningini nýttu høvi at velja við brævi, áðrenn skipið loysti.
 
27.02.2026 - 14:54

Átta mans við línubátinum Jákupi B hava longu greitt brævatkvøðu til løgtingsvalið.

Skipið fór til fiskiskap nakrar tímar eftir, at løgtingsval var skrivað út mikudagin. 

Tá løgtingsval verður útskrivað, eru tað ikki øll, sum hava møguleika at møta á valstaðnum á valdagin. Men vallógin gevur møguleika at atkvøða við brævi - eisini hjá sjófólki.

Sjófólk og fólk uttanlands kunnu atkvøða upp til fýra mánaðir fyri valdagin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

27022026_Braevatkvodur

 

Brævatkvøður verða latnar upp og kannaðar, áðrenn valið byrjar, og verða síðani lagdar í atkvøðukassan saman við hinum atkvøðunum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891