Geytin: "Mammuskepilsið" vann báðar virðislønirnar

Geytin: "Mammuskepilsið" vann báðar virðislønirnar
Heimildarfilmurin "Mammuskepilsið", sum Maria Tórgarð hevur leikstjórnað, var vinnarafilmurin vóru bæði limirnir í dómsnevndini og áskoðararnir samdir um
Maria Tórgarð, sum hevur leikstjórnað "Mammuskepilsið", vann báðar virðislønirnar.
Mynd: Savnsmynd (Bjarni Árting Rubeksen)  
 
01.03.2026 - 10:28

Maria Tórgarð, leikstjóri, vann bæði Geytavirðislønina og Áskoðaravirðislønina 2026 við heimildarfilminum "Mammuskepilsið".

Í grundgeviningini sigur dómsnevndin m.a., at:

- Vinnarafilmurin í kvøld er ein makaleyst fortald lagnusøga. Við hegni og dirvi leiðir leikstjórin okkum innar, har óviðkomandi ikki vanliga hava atgongd.

Í fullsettu høllini í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið rungaði lógvabresturin, tá ið Maria Tórgarð tók ímóti báðum virðislønunum.

 

Hoyr Mariu Tórgarð, leikstjóra, greiða frá her:

 

1798141

 

Tilsamans sjey filmar vóru við í Geytakappingini í ár.

Á tiltakinum var eisini heiðurslønin ársins "Andøvsfiskur" latin Jón Hammer, leikstjóra. 

Tað er Filmsfelagið sum letur heiðurslønina.

Eitt longri innslag við Mariu Tórgarð verður at hoyra í útvarpstíðindunum kl. 14.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751