Tey, ið bera brek, eiga eisini at vera við í fólkaræðinum

Tey, ið bera brek, eiga eisini at vera við í fólkaræðinum
Brekumboðið minnir á, at sambært Brekrættindasáttmálnum er skylda skipa soleiðis fyri, at fólk, ið bera brek, sleppa at vera við, á jøvnum føti við onnut
Brekumboðið minnir á, at tey, ið bera brek, skulu hava sama rætt sum onnur at stilla upp og velja. (Savnsmynd)
 
02.03.2026 - 15:00

Nú fólkatings- og løgtingsval standa fyri durum, minnir Brekumboðið á, at viðurskiftini eiga at verða skipað soleiðis, at fólk, sum bera brek, eisini hava møguleika at vera við í fólkaræðinum. 

Brekumboðið sigur, at sambært Brekrættindasáttmálanum hjá ST, hava myndugleikar og samfelagið sum heild skyldu at tryggja atkomu og luttøku, soleiðis at fólk, ið bera brek, fáa verið í politiskum og almennum lívi á jøvnum føti við onnur.

Hetta fevnir bæði um rættin at velja og at stilla upp.

Brekumboðið heitir á fjølmiðlar, flokkar og onnur, ið skipa fyri tiltøkum í sambandi við valini, at hava hetta í huga.

Eitt nú við at hava teknmálstulk og at teksta sendingar og tiltøk, ið verða sjónvarpað og stroymd.

Brekumboðið minnir eisini á týdningin av góðum atkomuviðurskiftum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Guðstænasta
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311