Vágs kommuna hjálpir lesandi at fáa innivist

Vágs kommuna hjálpir lesandi at fáa innivist
Heilsuskúlin í Vági flytur til Vágs, meðan skúlin í Hovi verður umvældur
 
16.12.2013 - 15:58

Fyrst í nýggja árinum flytur Heilsuskúlin úr Skúladeplinum í Hovi í Vágs skúla, har skúlin verður til næsta summar.

Í hesum sambandi bjóðar Vágs Kommuna seg fram at hjálpa lesandi at finna okkurt at búgva í.

Kommunan kunnar á heimasíðu sínari um, at av tí at ein munandi partur av teimum lesandi kemur úr øðrum pørtum av landinum, so vil Vágs kommuna rætta lesandi eina hjálpandi hond at fáa tak yvir høvdið í Vági.

Fleiri sethúsaeigarar, sum leiga út íbúð ella hús, hava longu vent sær til kommuna, og kommunan vil fegin frætta frá øðrum, sum eisini hava áhuga at leiga út.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
Kvørnin: Trý nýggj stakløg
203086
Hósdag 22. januar
Nýtt ljóð
203080
Hósdag 22. januar
Breddin: Revsitollur og handilskríggj
203070
Hósdag 22. januar
Morgunlestur hósdagur 22. januar 2026
202878
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839