Eingin umsøkjari kundi byrja 1. mars

Eingin umsøkjari kundi byrja 1. mars
Í næstum verður støða tikin til, hvat nú skal henda við sóknarprestastarvinum á Tvøroyri
Í prestagjaldinum eru fimm gudstænastustøð, og presturin hevur sæti á Tvøroyri.
 
03.03.2026 - 08:18

Tað er ikki bara sum at siga tað at fáa fólk í starvið sum virkandi sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi.

Talan er um tíðaravmarkað starv, frá 1. mars til 31. juli í ár.

Tá freistin var farin á middegi 18. februar var áhugi fyri embætinum.

Men eingin umsøkjari kundi byrja 1. mars.

Í næstum verður støða tikin til, hvat nú skal henda, sigur heimasíðan hjá fólkakirkjuni.

Í prestagjaldinum eru fimm gudstænastustøð: Tvøroyrar kirkja, Hvalbiar kirkja, Sandvíkar kirkja, Fámjins kirkja og bønhúsið í Øravík.

Presturin hevur sæti á Tvøroyri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585