Makrelur: ES og Noreg eiga at standa saman

Makrelur: ES og Noreg eiga at standa saman
Líkist ongum, at Maria Damanaki, fiskivinnukommisserur, bjóðar føroyingum størri part, uttan at tosa við Noreg fyrst, siga donsku uppsjóvarvirkini
 
17.12.2013 - 07:54

ES og Noreg eiga at standa saman í makrelstríðnum.

Tí líkist tað ongum, at Maria Damanaki, fiskivinnukommisserur, av sínum eintingum, uttan at tosa við Noreg fyrst, bjóðar føroyingum størri part av makrelkvotuni.

Tað sigur Esben Sverdrup-Jensen, stjóri í felagnum hjá donskum uppsjóvarvirkjum, Danmarks Pelagiske Producentorganisation, við Fiskeritidende.

Hann sigur, at felagið hevur leingi ávarað móti tí, sum nú er hent. Tí tað setur samgonguna millum ES og Noreg í vanda.

Hava gjørt avtalu

Esben Sverdrup-Jensen minnir á, at ES og Norra gjørdu eina tíggja ára avtalu í 2009 um, hvussu ES og Noreg skulu býta fiskakvoturnar millum sín.

ES og Noreg eiga at standa saman í samráðingunum við Føroyar og Ísland um makrelin, sigur Esben Sverdrup-Jensen. Føroyar tóku annars ikki av tilboðnum um størri part av makrelkvotuni, sum Maria Damanaki hevði við sær til Føroya í síðstu viku.

Strandarlondini eru framvegis ikki samd um, hvussu stóra makrelkvotan, sum er næstan ein millión tons, skal býtast millum londini næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. desember
Akademia:"Hvat er dygd?"
201072
Leygardag 6. desember
PLÁTUPANELIÐ #34 (1980)
201137
Leygardag 6. desember
Jambalaja - 061225
201123
Leygardag 6. desember
Vikan 6. desember 2025
201115
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067