Minni uppsjóvarfiskur útfluttur

Minni uppsjóvarfiskur útfluttur
Nøgdin er minkað 11 prosent, og søluvirðið er minkað 16 prosent
 
17.12.2013 - 08:07

Hóast stórar kvotur av makreli og sild og svartkjaftafiskiskapur omaná,  er útflutningurin av uppsjóvarfiski minkaður í ár.

Tað vísa dagførdu útflutningstølini hjá Hagstovuni.

Útflutningurin av uppsjóvarfiski er 11 prosent minni í ár enn sama tíðarskeið í fjør. Munurin er enn størri, um hugt verður at søluvirðinum, tí í  peningaligum virði er útflutningurin minkaður 16 prosent.

Uppsjóvarvirkini hava útflutt 153.307 tons av uppsjóvarfiski - 21.444 tons minni enn í fjør.

Meiri í Fuglafirði

Orsøkirnar eru helst fleiri, men sambært Poul Huus Sólstein, sølustjóra hjá Atlantic Pelagic, hava fleiri skip landað í Fuglafirði, og fleiri virkir hava eisini flutt fisk til Fuglafjarðar í ár.

Bannið, sum ES londini fyrr í ár settu fyri føroyskan uppsjóvarfisk, hevur helst eisini ávirkað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037